en fo  
 

10 stiga reglur

Reglugerð um upptøku av limum til felagið“ Føroysk Myndlistafólk”
Sett í gildi 04.02.2004

1. Myndalistarlig útbúgving
Lokið prógv á viðurkendum listaskúla, sum tekur minst 4 ár sambært yvirlýsing hjá viðkomandi skúla: 6 stig.

2. Sensureraðar framsýningar
Sensureraðar framsýningar, t.d. várframsýningini ella tilsvarandi framsýning uttanlands: 1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.

3. Einkarframsýningar
Einkarframsýningarm, sum eru viðurkendar av listfakligari dómsnevnd heima ella uttanlands: 3 stig fyri hvørja framsýning.

4. Bólkaframsýningar
Bólkframsýningar, ið eru vigaðar av listafakligari dómsnevnd: 1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.

5. Listasavnsframsýningar v.m.
Listasøvn í Føroyum ella uttanlands ella útlendsk / føroysk viðurkend  framsýningarstøð: 1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.

6. Listaframsýningar ella framsýningarverkætlanir
Listaframsýningar ella framsýningarverkætlanir, sum eru viðurkendar av listafakligari dómsnevnd ella listafrøðingi: 2 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 4 stig.

7. Listarligar prýðisuppgávur
Almennar og einskyldar listarligar prýðisuppgávur, ið eru fyrireikaðar av listaligari dómsnevnd ella mettar av dómsnevnd felagsins: 2 stig fyri hvørja uppgávu.

8. Søla
Søla til listasøvn og stovnar. ið hava listafakliga dómsnevnd: 2 stig fyri hvørt verk tó í mesta lagi 6 stig.

9. Listaligan stuðul
Fingið almennan, norðurlenskan stuðul ella starvsløn frá tí almenna: 2 stig hvørja ferð, tó í mesta lagi 6 stig.

10. Upptøkunevndin
Upptøkunevndin ( dómsnevndin ) tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til, hvørjar fortreytir geva stig. Hon kann somuleiðis eftir meting geva stig fyri her ikki nevnd listarlig virði.

 

10 stiga nevnd
Astri Luihn
Sigrun Gunnarsdóttir
Amariel Norðoy