en fo  
 

Várframsýningin

Felagið stílar á hvørjum ári fyri Várframsýningini - hon letur vanliga upp fyrsta vikuskifti í mars. Várframsýningin, ið plagar at vera í Listaskálanum, er sonevnd dømd (sensurerað, juryerað) framsýning - tað vil siga, at ein trímanna dómsnevnd av listafólkum, ið vald verður á aðalfundi, tekur kritiska støðu til hvørt einstakt verk og hevur skyldu til at seta strong krøv til listarligt virði. Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár, og 1 nýggjur limur verður valdur á hvørjum ári. Endamálið er at hækka støðið og geva listafólki okkara stóra avbjóðing. Øll kunnu senda inn verk til dømingar - ringið, skrivið ella meylið til Listasavn Føroya (sjá omanfyri) og fáið tilmeldingarblað sent.

Nevnd 2011

Unn Joensen
Vígdis Petersen
Ole Wich

Tilmelding