en fo  
 

Viðtøkur

Felagið var sett á stovn í Listaskálanum 16.09.1981.
Viðtøkubroytingar eru gjørdar 13.08.1989 og 04.02.2004.

§1. Navn
Felagið eitur ”Føroysk Myndlistafólk”

§2. Endamál
Endmál felagsins er at virka fyri øktari samvinnu millum føroysk listafólk, at arbeiða fyri at bøta um kor teirra og korini hjá føroyskari myndlist.

§3. Limaskapur
At gerast limur krevur 10 stig eftir 10 stiga-reglunum.
Limirnir hava tíðarfreist til 4. februar 2009 at ogna sær tey 10 stigini.

Stk. 2: Tíðaravmarkað undantak frá limaskapstreytum eftir 10 stiga-reglunum:
Rætt til limaskap fram til 1. januar 2009 hava tey føroysku listafólk, sum burturav fáast við list, og hava nomið kunnleika við hægri myndlistaskúla, hava líknandi myndlistarliga útbúgving, hava verið góðkend á sensureraðum framsýningum, hava havt dómsviðgjørdar listaprýðisuppgávur, hava fingið listarligar viðurkenningar, so sum námsferðir, virðislønir, arbeiðsstuðul, innkeyp av grunnum og søvnum, hava havt framsýningar í viðurkendum framsýningarhølum, og hava víst persónligt eyðkenni og støðuga listarliga menning.

Stk. 3. Upptøkunevndin
Aðalfundurin velur eina dómsnevnd, sum tekur sær av umsóknum um limaskap.
Í upptøkunevndina verða valdir 3 limir og 2 eykalimir umboðandi ymsar listagreinar. Ein limur fer úr nevndini á hvørjum ári.
Dómsnevndin viðger umsóknir og CV-listar frá øllum limum, sambært 10 stiga-reglunum.

§4.  Limagjald
Aðalfundurin ásetur limagjaldið. Limur, sum ikki hevur goldið limagjald í 2 ár, og sum ikki letst um vón, hóast skrivliga ávaring, verður strikaður.

§5. Aðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Limir við atkvøðurætti og fólk, stjórnin hevur boðið, hava atgongd til aðalfundin.

Stk. 2 Skrá
Á aðalfundinum verður ársfrágreiðingin lisin upp ella løgd fram, og grannskoðaður roknskapur lagdur fram. Aðalfundurin tekur støðu til, um frágreiðing og roknskapur skulu góðkennast. Uppskot og mál, ið komin eru frá stjórn ella limum, verða viðgjørd á fundinum og kunnu koma undir atkvøðugreiðslu.
Arbeiðsætlan felagsins komandi tíð verður viðgjørd.

Stk. 3: Atkvøðurættur
Atkvøðurætt hava limir, sum ikki skylda limgjald

Stk. 4: Innkalling o.a. 
Aðalfundurin verður hildin hvørt heyst, og kallað verður til aðalfundar í minsta lagi 3 vikur frammanundan við brævi til limirnar. Uppskot, ið skulu viðgerðast á aðalfund¬inum, eiga at vera stjórnini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.

Stk. 5: Eykaaðalfundur
Stjórnin ella í minsta lagi 5 limir kunnu krevja, at kallað verður inn til eykaaðalfundar. Skrivligt krav við undirskriftum skal latast stjórnini við upplýsingum um tey mál, ið viðgerðast skulu.
Lýsast skal til eykaaðalfundar á sama hátt, sum til vanligan aðalfund, men um stjórnin í ávísum førum heldur, at eitt mál hevur serligan skund, kann hon tó kalla inn til eykaaðalfundar við 10 daga fráboðan.

§ 6. Stjórnin
Stjórn við 3 limum hevur dagligu leiðslu felagsins um hendi.
Á hvørjum aðalfundi stendur bara ein limur fyri vali. Hetta gongur uppá skift. Aðalfundurin avger, hvussu valið skal skipast.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og rokniskaparførara.
Aðalfundurin velur eisini eitt tiltaksfólk til stjórnina og umboðsfólk til tær samarbeiðsnevndir , felagið eigur umboðan í.
Frá ársaðalfundinum 2004 skulu nývaldir nevndarlimir, og limir ið umboða felagið í ymsum nevndum, hava 10 stig eftir 10 stiga-reglunum.


§7. Várframsýningin
Várframsýning felagsins er sensurerað listaframsýning, so sum t.d. danska ella norska heystframsýningin.
Góðskumetingin skal verða á høgum listarligum støði.

Stk. 2: Sensurnevndin
Í sensurnevndini eru 3 limir umframt 1 eykalim. Hesir verða valdir á aðalfundi. Ein fer út á hvørjum ári. 

§8. Viðtøkubroytingar
Til viðtøkubroyting krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum limum, sum møttir eru á fundi atkvøða fyri.
Er meira enn helvtin av teimum limum felagsins, sum eru staddir í Føroyum, á fundi, krevst at meira enn helvtin atkvøður fyri.

§ 9. Avtøka felagsins
Felagið kann avtakast á aðalfundi, tá skilliga er lýst við tí frammanundan, og meira enn helvtin av limum felagsins atkvøða fyri avtøkuni.              
Verður felagið avtikið, falla ognir tess til eitt listarligt endamál, sum avtakandi aðalfundurin somuleiðis skal taka støðu til.