en fo  
 

Fyrilestrarøð við Mette Wivel, mag. art.

Fyrilestrarøðin fer at geva grundleggjandi fatan av evropeiskari myndlistasøgu. Við menningini hjá einstaka listafólkinum í huga viðgerð Mette Wivel málningalist, skulptur og byggilist. Hvørt tíðarskeið verður lýst við støði í list og listafólki, sum á serligan hátt hava verið við til at skapa nýggja hevd og nýggj listalig rák.

Fyrilestrahaldarin setir -ismur og tíðarskeið í ein samfelagsligan samanhang. Harumframt spyr hon: Hví sær listin soleiðis og/ella soleiðis út í hesum og hasum tíðarskeiðinum? Somuleiðis setir hon einstaklingar, sum hava havt ein avgerandi søguligan leiklut fyri menningina av samfelagnum, í brennidepilin. Faklig heiti, tøkni, ikonografi (læran um symbol) og myndamál sum heild verða greidd og greinað.

Fyrilestrarøðin fevnir um fimm vikuskifti og ikki sum áður lýst trí vikuskifti. Tað fyrsta verður í heyst, tann 15. og 16. september 2007 báðar dagarnar kl. 10-16.

 

1.: 15.-16. september 2007
2.: 16.-17. feburar 2008
3.: 17.-18. mai 2008

20. øld:
13.-14. september 2008
15.-16. november 2008

 

Aftur