en fo  
 

Fyrilestrarøðin við Mette Wievel, mag. art, heldur fram.

 

Triðji parturin av fyrilestrarøðini eftir Mette Wievel verður tann 17.-18. mai 2008. Evni hesuferð verður: rokoko, upplýsingartíð til impressionismu, 1700-1850

Fyrilestrarnir verða sum vant í Ovastovu hjá Fróðskaparsetrinum í Nóatúni og byrjað verður leygarmorgunin kl. 10.

Um nóg stórur áhugi er fyri tí, verða tvey vikuskifti afturat í heyst, tá vit koma fram í okkara tíð:

4.: 13.-14. september 2008: frá impressionismu til abstraka ekspressionismu, 1850-1950

5.: 15.-16. november 2008: frá abstraktari ekspressionismu til videolist.

Um onkur hevur áhuga í skeiðinum ber til at venda sær til felagið á telduposti felagsins.

Aftur