en fo  
 

Várframsýningin 2008

Várframsýningin 2008 umboðar nøkur av okkara vælkendu listafólkum, umframt nýggjar spennandi spírar, sum vit vantandi fara at síggja meira til seinni.

Várframsýningin er ætla til, at vísa tað besta, sum føroysk myndlistafólk fáa frá hondum. Men samstundis, at geva "tilkomandi" myndlistafólki ein møguleika at sýna fram verk síni. Soleiðis kann Várframsýningin vera ein miðil til, at eggja okkara yngru listafólki og geva teimum hug, at halda fram í síni listarligu tilgongd.

Várframsýningin letur upp fríggjadagin 7. mars kl. 17.

Várframsýningin er ein sensurera framsýning, sum øll hava møguleika at lata verk síni inn til. Ein trýmannanevnd tekur so dagar ímillum og velur tað besta burturúr. Í sensurnevndini hesaferð sita Eli Smith, Øssur Mohr og Eyðun av Reyni. Árliga Várframsýningin er framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk.

Í ár hava 22 fólk sent 110 verk inn til framsýningina og sensurnevndin hevur latið 15 fólk koma gjøgnum nálareyga við tilsamans 58 verkum

Aftur