en fo  
 

Várframsyningin 2009 - Samleiki

Evnið á Várframsýniningini 2009 er "Samleiki". Hvønn einasta dag gjøgnum alt lívið lata vit okkum í skiftandi samleikar og leiklutir til ymisk høvi. Í uppvøkstrinum fáa vit ein samleika frá staðnum, vit búgva, og frá menniskjum, vit liva saman við. Alt eftir kyni og uppvøkstri fáa vit samleika tillutaðan. Í mannfólkaheiminum finnast eitt nú fótbóltssamleikin, bilførarasamleikin og sjómannasamleikin. Í konufólkaheiminum finnast aftur aðrir samleikar, eitt nú móðurleikluturin, flakakvinnan og húsmóðirin. Eisini sjálvsfatan okkara er eitt slag av samleika.

Samleikar hoyra til øll lívsins viðurskifti. At enda fara vit øll í eftirløn og flyta okkum inn í eldraleiklutin, inn í seinasta tíðarskeiðið á lívsins leið. Oman fyri allar hesar einstaklingasamleikarnar liggja størri bólkar sum samleiki grundað á politiska samføring, átrúnaðarligt tilknýti og tjóðskap.

Áhugin fyri tí at vera knýttur at onkrum og at skifta samleika er vaksin í modernaða heiminum, har ferðslan yvir um landamørk økist í stórum orsakað av altjóðagerðini. Tað er vorðið vanligari at skapa egnu sjálvsmynd sína og at átaka sær ein samleika fyri at staðfesta seg sjálvan undir broytandi umstøðum. Hetta samleikaspælið ávirkar eisini bitlaheim okkara í Føroyum, um vit vilja tað ella ei. Evnið á Várframsýningini 2009 er tí "Samleiki".

Framsýningin í Listasavni Føroya

Várframsýningin er sensurerað. Ein trímannað dómsnevnd úr Føroysk Myndlistafólk velur út og setir framsýningina saman við innkomnum verkum og øðrum viðkomandi tilfari.

Vit eru áhugað í øllum listarligum myndframburðum fyri at skapa eina so fjølbroytta og útgreinandi framsýning sum gjørligt. Várframsýningin 2009 verður í Listasavni Føroya 13. mars - 12. apríl. 

---

Innlating og tilmelding:

Innlating: Øll verk skulu latast inn sum avmyndingar ella á annan hátt, soleiðis at tað lýsir verkini nøktandi. Tað ber til at lata inn talgilt á varfram(kurla)gmail.com ella útskrivað í Listasavni Føroya.

Freist fyri innlating av uppskoti: 28. februar 2009.

Innlatingarkostnaður: Fyri hvønn einstakling er innlatingarkostnaðurin kr. 300,-

Vinarliga flytið peningin á kontu 6460-1585063 ella gjaldið við reiðum peningi, tá ið avmyndingarnar av verkunum verða latnar inn.

Listafólkini fáa svar skjótast møguligt, soleiðis at listaverkini kunnu latast inn í Listaskálan. 

---

Tilmelding

Várframsýningin 2009

Upplýsingar um listafolkið:

Navn:

Føðiár:

Bústaður:

Býur:

Telefon:

T-postur:

Upplýsingar um listaverkini:

Heiti:

Stødd:

Tøkni:

Prísur:

Upplýsingar um listaverkini skal latast inn saman við fotomyndum av listaverkunum. Allar fotomyndir av listaverkum skulu vera týðiliga merktar samsvarandi listanum.

Dómsnevnd

Ein trímannað dómsnevnd skipar fyri framsýningini og hevur fullan avgerðarrætt at velja burtur úr innkomnu verkunum.

Søla

25% av søluni fara til Føroysk Myndlistafólk og Listasavn Føroya.

Aftur