
Jóhan Martin Christiansen fyrireikar í hesum døgum eina framsýninging, ið verður í Roykirúminum í Hoydølum. Heitið á framsýningini er Don't tell me 'cause it hurts.
Fernisering verður 30. november kl 16-19. Framsýningin er opin til 11. februar 2024.

18.11.23 kl. 11.00
BÓKADAGAR 2023
Hetta er ein art walk, ætlaður teimum sum ynskja eitt øðrvísi lista- og yrkingatiltak. Tiltakið er ókeypis, men vegna avmarkað pláss er neyðugt við tilmelding.
Møtt verður uttanfyri Norðurlandahúsið, áðrenn farið verður stundisliga kl. 11.00. Minnist til heit klæði. Taxabilar koyra luttakararnar aftur til Norðurlandahúsið, tá tiltakið er liðugt.
Vælkomin á gongutúr við Guðrið Poulsen og Jón Sonna Jensen, har gingið verður í Húsahaga, ið er eitt tyrvingarpláss fyri alt Tórshavn. Luttakarar sleppa at uppliva eina te-seremoni og upplestrar frá trimum høvundum; Beini Bergsson, Lív Mariu Róadóttir Jæger og Guðrið Poulsen.
Á túrinum verða tit boðin inn í ein heim, ið er, sum tey siga á fronskum: Terrain vague. Tað vil siga eitt millumstað og eitt óvist stað. Ein heimur av skrelli og skrambli, ið blandast við tonkum um hvussu framtíðin einaferð fer at vera.
Hendan jarðarpoesi setir orð á, hvat tað merkir at liva á jørðini. Hvussu tað er at vera til í einum landslagi. At kenna ein serligan taktilitet. At kenna hvussu likamið er til í einum rúmi millum náttúruna og okkara broytingar av henni. Um hvussu minnir um ættarlið og spor teirra finnast í heiminum. Tit eru vælkomin at taka matpakka við, so vit kunnu eta saman á túrinum.
Guðrið Poulsen (f. 1961) er keramikari og listakvinna. Ein bein linja ein bogin er hennara fyrsta yrkingasavn. Jón Sonni Jensen (f. 1988) er listamaður, sum arbeiðir við materialiteti millum lívfrøði, anatomi og sálarfrøði. Beinir Bergsson (f. 1997) er yrkjari og cand.mag í týskum. Seinasta yrkingarsavn hansara, Sólgarðurin (2021), var í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.Lív Maria Róadóttir Jæger (f. 1981) er føroyskur yrkjari. Seinasta bókin hjá henni Eg skrivi á vátt pappír útkom í 2020 og var m.a. í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Forlagið Eksil skipar fyri tiltakinum saman við Norðurlandahúsinum. Boða frá luttøku á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Hósdagin 16. november kl. 19.00 opnar støkk-upp framsýningin PS. ELSKI TEG í Doktara Jakobsens gøtu 12 í Havn.
PS. ELSKI TEG er ein video- og ljóðinstallatión við projektiónum, undirteksti og tónleiki. Verkið er ein viðgjørd sena og tilhoyrandi undirtónleikur frá 90'ara sendirøðini Beverly Hills 90210 pluss enduryrkt tekstbrot frá absurdsjónleikinum The Beard (1965) efti Michael McClure. Rúmið er í óró, ella tað er ballað í eitt ljóðteppi av tekno; video-projektiónir skift millum endaleys tungumuss og eitt ófrættakent samskifti. Replikk og tíð eru manipulerað og redigerað til ein loopaðan ævinleika har kvinna og maður keglast og fríggjast í heteronormari sjónvarpsillusjón.
Áðrenn verkið verður sýnt framførir Sigmund Zachariassen eina guitarimprovisatió fyri og við verkinum.
SUPERVISJÓN bjóðar okkurt kalt at drekka.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

16. & 17. desembur millum kl 15.00 og 18.00 er opið á verkstaðnum hjá ListGraFo í Finsen har bjóða verður til prát og hugna.
Limir í ListGraFo sýna fram egin verk.
Adressan er Tórsgøta 100 - í kjallarinum.
