

Listafelag Føroya tók fyrstu ferð stig til at gera eina listaframsýning sum part av ólavsøkuhaldinum í 1948, og síðani er framsýningin vorðin ein týdningarmikil og siðbundin partur av ólavsøkuni. Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri Ólavsøkuframsýningini á Listasavni Føroya við nógvum fjølbroyttum, spennandi verkum. Tað er Kirstin Helgadóttir, ið skipar fyri. Heitið í ár er “Gerandis opinberingar”. Øll eru vælkomin á Listasavnið 28.juli kl 15.
05.07.2023

Árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk
Fríggjadagin 30. juni kl. 16 letur árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp á Listasavni Føroya. Á framsýningini kanst tú uppliva eitt fjølbroytt úrval av listaverkum, eftir limir í felagnum.
Føroysk Myndlistafólk er eitt felag fyri yrkismyndlistafólk í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at virka til frama fyri áhugamálunum hjá myndlistafólkum og geva myndlistini bestu karmarnar at mennast. Síðani 1990 hevur ein týðandi liður í hesum arbeiði verið at skipa fyri eini árligariframsýning á Listasavni Føroya. Talan er um framsýningina, sum læt upp um várið og varð nevnd “Várframsýningin”, men nú er hon flutt til summarhálvuna. Seinastu nógvu árini hava øll havtmøguleika fyri at senda verk inn til metingar av eini úvalsnevnd, sum varð sett av felagnum at skipa fyri framsýningini. Í ár hevur felagið valt at bjóða limum felagsins at sýna fram, og øll luttakandi listafólk heingja framsýningina upp í felag.

Ferniseringin verður fríggjadagin 30. juni kl 16-18.
Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, bjóðar vælkomin. Bárður Dal Christiansen, formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, setir framsýningina. Síðani spælir Knút Háberg Eysturstein nøkur løg, og bjóðað verður til ábit og drekka.
Framsýningin er opin til og við sunnudag 23. juli.
Listasavn Føroya er opið allar dagar kl. 11-17
Øll eru vælkomin.
27.05.2023

ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGIN 2021
“GRØN ERU GRÁ HÚS”
Ólavsøkuframsýningin, sum Listafelagið skipar fyri, verður aftur í ár á Listasavni Føroya 28. juli til 22. august 2021. Øll eru vælkomin at senda verk inn og allar listagreinar hava áhuga.
Framsýningin ber heitið ”Grøn eru grá hús”, sum er setningur tikin úr teksti hjá Karsten Hoydal. Ingálvur av Reyni bað Karsten Hoydal skriva ein katalogtekst til framsýning, tá málningarnir vóru broyttir nógv og Ingálvur av Reyni hevði funnið fram til sítt abstrakta ekspressiva myndamál. Ingálvur vónaði at teksturin hjá Karsten Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, ið tey fóru at síggja á
framsýningini.
Listaverk hjá Ingálvi av Reyni verða snúningsdepilin um Ólavsøkuframsýningina 2021. Hann var ein slóðbrótari og av stórum týdningi fyri listasøgu Føroya. Við síni longu leið og leitanini eftir tí sanna í listini, hevur hann lagt eitt dygdargott og rúgvusmikið verk eftir seg, til gleði og íblástur fyri
listafólk mong ættarlið framyvir.
Við vón um at savna saman góða list og at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi á Ólavsøkuframsýningin 2021, verður heitt á listafólk um at senda inn.
Heilsan, Hansina Iversen, fyriskipari av Ólavsøkuframsýningini 2021
24.05.2021
VÁRFRAMSÝNINGIN 2021
Framsýningin er á LISTASAVNI FØROYA. Innlatingarfreist fyri uppskotum er 1. apríl 2021 á miðnátt. Fernisering er fríggjadagin 16. apríl kl. 16.00. Framsýningin er opin frá 17. apríl til 16. mai 2021. Várframsýningin er sensurerað, tvs. at ein úrvalsnevnd velur burtúr úr innkomnu verkunum. Úrvalsnevndin er samansett av listafólki, og hon skipar fyri framsýningini og velur út millum innsendu verkini.
FRÍTT MYNDAEVNI
Til Várframsýningina 2021 er myndaevnið frítt, tvs. at listafólkini sjálv velja, hvat tey mynda. Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningina 2020 eru Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Randi Samonsen
26.01.2021