Fríggjadagin 16. februar kl. 16 letur upp framsýning á Listasavni Føroya, ið kallast “Ljós og litir”, við nýggjum og eldri verkum eftir Trónd og Brand Patursson. Høvi verður at síggja summi av teirra høvuðsverkum, samstundis sum hugt verður aftur á tað farna, nú Tróndur hátíðarheldur sín 80 ára føðingardag í mars.
Framsýningin verður í listaskálanum á Listasavninum. Ferniseringin er frá kl. 16-18.
Kirstin Helgadóttir, savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin.
Síðan kemur Rói Reynagarð Patursson, heimsspekingur og rithøvundur, at hugleiða um ljós og litir í listini.
Savnið bjóðar ábit og drekka.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Les meira um framsýningina á www.art.fo