Tey, ið ynskja at gerðast limir verða biðin um at senda umsókn við CV, myndatilfari og øðrum viðkomandi tilfari til fomyndlist@gmail.com.
Upptøkunevndin viðger síðani umsóknina. Fyri at gerast limur, skal umsøkjarin fáa 10 ella fleiri stig sambært punktunum niðanfyri.
OBS! ‘Myndlist’ = (EN) ‘visual arts’. Heitið umfatar alla visuella list, herundir: málning, tekning, grafikk, skulptur, video, foto, installatión osfr.. Reglugerð um upptøku av limum til felagið “Føroysk Myndlistafólk”. Sett í gildi 04.02.2004
Í upptøkunevndini sita:
︎︎︎ Rannvá Holm Mortensen
︎︎︎ Ole Wich
︎︎︎ Jón Sonni Jensen
Upptøkutreytir eru lýstar í 10 stiga reglunum:
︎ 1. Myndalistarlig útbúgving
Lokið prógv á viðurkendum listaskúla, sum tekur minst 3 ár sambært yvirlýsing hjá viðkomandi skúla. Hetta samsvarar við eina útbúgving á bachelor stigi ella hægri: 6 stig.
︎ 2. Sensureraðar framsýningar
Sensureraðar framsýningar, t.d. várframsýningin ella tilsvarandi framsýning uttanlands.1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.
︎ 3. Kurateraðar einkarframsýningar
Myndlistarligar einkarframsýningar, sum eru vigaðar av listfakligari dómsnevnd ella kuratori í Føroyum ella uttanlands: 3 stig fyri hvørja framsýning.
︎ 4. Kurateraðar bólkaframsýningar
Myndlistarligar bólkaframsýningar, ið eru vigaðar av listafakligari dómsnevnd ella kuratori í Føroyum ella uttanlands: 1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.
︎ 5. Listasavnsframsýningar v.m.
Myndlistaframsýningar á listasavni í ella viðurkendum framsýningarstaði í Føroyum ella uttanlands: 1 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 3 stig.
︎ 6. L
istaframsýningar ella listaverkætlanir
Myndlistaframsýningar ella myndlistaverkætlanir, sum eru viðurkendar av listafakligari dómsnevnd ella listafrøðingi: 2 stig fyri hvørja framsýning, tó í mesta lagi 4 stig.
︎ 7. Listarligar prýðisuppgávur
Almennar og einskyldar listarligar prýðisuppgávur, ið eru fyrireikaðar av listaligari dómsnevnd: 2 stig fyri hvørja uppgávu.
︎ 8. Søla
Søla til listasøvn og stovnar, ið hava listafakliga dómsnevnd: 2 stig fyri hvørt verk tó í mesta lagi 6 stig.
︎ 9. Listaligan stuðul
Fingið almennan, norðurlenskan ella altjóða stuðul ella starvsløn til myndlistarligt virksemi: 2 stig hvørja ferð, tó í mesta lagi 6 stig.
︎ 10. Upptøkunevndin
Upptøkunevndin tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til, hvørjar fortreytir geva stig. Hon kann somuleiðis, eftir meting, geva stig fyri listarligt virksemi ella virði, ið ikki eru nevnd í punktunum omanfyri, treytað av at umsøkjarin annars er nær við at lúka kravda stigatalið.