Felagið ynkskir, at veita sínum limum góð limatilboð. Her eru nakrar av avtalunum, ið okkara limir fáa ágóðan av. Limakort er ein trey, fyri at fáa limatilboð. Limakortið verður útvega, tá ið limagjald verður goldið.


︎  Listasavn Føroya


Listasavnið bjóðar øllum limum í Føroysk Myndlistafólk ókeypis atgongd til framsýningar. Umframt hetta, so fáa limir 10% av teimum vørum, ið Listasavnið framleiðir og somuleiðis 10% av øllum vørum í kaféini. 


Avsláttur: Ókeypis atgongd & 10% av vørum


︎  Listasavnið á Sandi


Listasavnið á Sandi bjóðar okkara limum ókeypis atgongd til føstu framsýningina.  


Avsláttur: Ókeypis atgongd (tó ikki til tiltøk)


︎  Litbrigdi


Á heimasíðuni www.litbrigdi.net er upprættað ein avsláttar-kota, sum kann brúkast, tá ið limir keypa pappír, svertur o.a. (frá 500,- og uppeftir).

Skriva til okkara (fomyndlist@gmail.com), so útvega vit kotuna, ið skal setast inn í kotu-teigin á heimasíðuni. Soleiðis verða 20% trekt av keypinum. 

Tá limir fara til handili hjá Litbrigdi á Ovarugøtu 48.kj. fyri at keypa, verður avsláttur eisini latin av av øðrum vørðubólkum, amboðum o.s.v. Avslátturin avhongur av hvussu stór samlaða keypsupphæddi er.


Avsláttur: 20%  


︎  Bygma Balslev


Balslev bjóðar øllum limum í Føroysk Myndlistafólk fastan avsláttur. Hetta fer fram soleiðis, at tey stovna eina persónliga konto til hvønn lim, har fastur avsláttur verður lagdur á kontuna. (Um tú longu hevur eina konto hjá Balslev, so verður avslátturin lagdur á har). 


Avsláttur: 20%


︎  Borg Xl Byg


Borg bjóðar limum 20% av øllum vørunum, ið fáast til keyps í Panduro deildini hjá Borg. 


Avsláttur: 20% í Panduro


︎  Valdemar Lutzen


Valdemar Lutzen bjóðar limum 15% av øllum vørunum í handlinum.


Avsláttur: 15% 


︎  Burn


Burn bjóðar 23% av einum 6 mðr. haldi. Limir í felagnum rinda kr. 1.799 fyri 6 mðr. + limahald. Gjaldið er í einum, men samsvarar við kr. 299 pr. mðr. Tá er sauna, gosbað og atgongd til liðtímar eisini íroknað.

Vanligur prísur er kr. 2.359 / tit spara 23% ella kr. 560.


Avsláttur: 23%