Endamál felagsins er at virka fyri øktari samvinnu millum føroysk listafólk, at arbeiða fyri at bøta um kor teirra og korini hjá føroyskari myndlist. Felagið varð sett á stovn 16. september 1981 í Listaskálanum fyri at virka fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum og at verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroysk myndlist fær góðar umstøður at mennast og trívast. Felagið hevur m.a. saman við LISA (Listafólkasamband Føroya) o.o. virkað fyri at listafólk kunnu søkja starvslønir og íverksetanarstuðul úr Mentanargrunni Landsins, at peningur er settur av á fíggjarlógini, so listafólk kunnu søkja um ferðastuðul og at Heiðursgáva Landsins verður latin listafólki á hvørjum ári.
Síðan 1990 hevur felagið á hvørjum ári skipað fyri "sensureraðari" Várframsýning. Umfram hetta skipar felagið javnan fyri fyrilestrum og seminarum, sum eru viðkomandi fyri limir okkara og onnur listaáhugað. Felagið hevur sæti í umboðsráðunum í LISA og í Fjølrit, og er limur í NKF (Nordisk Kunstforbund) og í BIN (Billedkunstnere i Norden). Umframt hetta hevur felagið eitt umboð í stýrinum fyri Listasavn Føroya. Felagið stendur á jøvnum føti við feløg fyri yrkismyndlistafólk í øðrum Norðurlondum.
Rætt til at gerast limur hava øll myndlistafólk, sum lúka treytirnar, ið felagið hevur sett fyri upptøku. Limatalið er um 40 og umfatar flest allar myndlistaligar yrkisgreinar.