LISA Í HOYDØLUM

1. august handar LISA Rigmor Dam, landsstýrisfólk í mentamálum, uppskot um, hvussu Hoydalar kunnu brúkast.

LISA sær í Hoydølum ein søguligan møguleika fyri at gera eitt umhvørvi, har listafólk arbeiða hvør sær, tvørfakligt og savna altjóða samstarvsfelagar á einum staði at framleiða og sýna fram. Ein listalig miðstøð, sum savnar fólk um listaskapan og listaligar upplivingar í Hoydølum.

Hoydalar sum eitt livandi, opið stað á tremur við tilboðum til borgararnar og samstundis eitt stað, sum kann bjóða arbeiðsfrið og sjálvvalda avbyrging til hugsavnan í egnum arbeiðshølum.

Á okkara nýggju heimasíðu kunna tit lesa meira um visiónina hjá LISA.

31.07.2017