24.11.23

Møðgurnar Astri og Maria Luihn sýna fram í Gallarí Havnará. Hetta er fyrstu ferð, at tær báðar stilla út saman. Meðan móðurin Astri er eitt av virknastu altjóða listafólkum, ið vit eiga, so er dótturin Maria, eitt meira óskrivað blað.

Maria Luihn gjørdi fyrstu ferð vart við seg á Várframsýningini í Listaskálanum fyrr í ár. Hon teknar surrealistiskar tusjtekningar, akvarellir og prent.

Eisini arbeiðir hon við list úr metalli og er útbúgvin gullsmiður. Astri kenna vit øll fyri sínar eyðkendu málningar og myndprýðingar, men hesin møguleikin at síggja samspælið millum listina hjá Astri og listina hjá Mariu, er nýggjur.

Fernisering er fríggjadagin 24. november kl. 16, og Kári P. spælir nøkur løg.

Gallarí Havnará er gallarí í niðastu hædd av gomlu Tórs kafeteria, her kanst tú í leikandi ljóðinum av áartutli støðugt uppliva listaverk við okkara fremstu listafólkum og mest spennandi spírum.