Myndlistin í Krepputíðum
”Listin er hjartað, sum eg lati úr og gevi tær”
Soleiðis lýsir Sigrun Gunnarsdóttir, myndlistafólk, sína list. Dagliga framleiða listafólk verk til ein ókendan heim - og mugu vit ásanna, at eingin veit, hvussu morgindagurin sær út. Listaverk, sum vit øll fáa áðgóðan av, eisini í hesum koronatíðum, har vit øll standa saman, hvør sær. Í løtuni eru øll rakt av undantaksstøðuni og øll hava brúk fyri eini hjálpandi hond. Einstaklingar og fyritøkur fáa hjálp úr samhaldsføstum skipanum og hjálparpakkum, ið kunna bøta um fíggjarligu avleiðingarnar, ið standast av støðuni.
Listaøkið er eisini merkt av koronukreppuni, fíggjarliga støðan hjá listafólkunum er sera hart rakt. Men gerandisdagurin hjá listafólkinum er merktur av undantaksstøðu, vit royna hvønn dag at sikksakka okkum fram við einum økonomii, sum líkist einum klútateppi. Inntøkurnar stava úr øllum møguligum ættum og londum - hetta vísir kanning, sum LISA hevur gjørt í 2016. Sama kanning vísir at myndlistalistafólk flest liva fyri nógv minni í miðal, enn ein borgari við "vanligum" starvi. Líknandi kanning gjørd í Danmark gevur somu mynd (Trine Bille, november 2018).
Politiska skipanin hevur tikið avgerð um, at lata landið aftur og vit royna øll at fylgja boðunum frá mynduleikunum. Tiltøkini, ið eru sett í verk eru neyðug, men tiltøkini hava longu nú og fara at hava avleiðingar langt inn í framtíðina fyri listaøkið. Eins og hjá øðrum fyritøkum rakar koronukreppan virksemið hjá listafólkum: tónleika- og sjónleikaframførðslur, upplestrar, framsýningar, søla av verkum, seminarar, workshops, undirvísing og tiltøk annars av øllum møguligum slagi, har listafólkini vanliga vinna til sítt dagliga breyð, verða útsett ella avlýst.
Tað eru nógv verk, sum ikki fara at verða skapað, ið listafólkini annars skulu liva av komandi árini. Listarligt virksemi, ið hevur verði fyrireikað, t.d. framsýningar, verkætlanir o.s.v. dettur niðurfyri og kann ikki uttan víðari takast upp aftur, uttan at tað hevur fíggjarligar avleiðingar. Tað almenna, bæði land og kommunur, eigur at seta tiltøk í verk, til dømis kompensatión fyri mistar inntøkur, ikki krevja stuðul, sum er játtaður til verkætlanir aftur, hóast tær ikki kunnu gjøgnumførast, játta stuðul til meirútreiðslur, ið standast av at útseta verkætlanir eins og tað almenna skuldi játta fígging til meira keyp av list av øllum slagi.
Listafólk verða rakt fíggjarliga av koronukreppuni, bæði viðvíkjandi persónligari inntøku, men listafólk hava eisini útreiðslur til sína fyritøku, so sum leigu av hølum, tilfarsútreiðslur, løn til onnur fakfólk o.s.fr. Ein hjálparpakki til listaøki skal taka hædd fyri, hvussu listaøkið virkar. T.d. má mann hyggja eftir inntøkununum yvir eitt longri tíðarskeið enn eitt ár aftur, t.d. tvey-trý-fýra ár aftur, tí inntøkurnar svinga nógv, okkurt ár kann vera framúr, meðan onnur minni góð.
Ítøkiligar avleiðingar fyri myndlistarliga økið:
Egin- og bólkaframsýningar innan og uttanlands verða avlýstar ella útsettar
Luttøka á festivalum innan og uttanlands verður avlýst ella útsett
Fyrilestrar og líknandi verða avlýstir ella útsettir
Undirvísing avlýst
Bíleggingar av ymiskum slagi verða avlýstar ella útsettar
Fysiska møtið við eitt verk er sera týddningarmikið fyri myndlist. Tað er møtið við tilfarið, formarnar, litirnar osv. sum lyftir upplivingina, sum ávirkar okkum á ein ella annan hátt. Hetta er skert í løtuni vegna koronukreppuna. Eiheldur hava fólk møguleikan at hittast, netverka osv. At byggja upp eitt netverk tekur eisini langa tíð, men kann skjótt detta niðurfyri, um tað ikki verður hildið við líka. Tí vera:
Verk ikki seld privat, fólk halda seg aftur
Tiltøk og netverk, sum kunnu leiða til avtalur og framsýningar, verða ikki gjørdar, tí tað sosiala er ikki til staðar
Harvið mistar inntøkur, samsýningar og væntandi søla av verkum
Dagliga hava myndlistafólk høgar útreiðslur, tilfar, atelier, el, hita og líknandi, og til hetta hava myndlistafólkini brúk fyri fíggjarligari hjálp, ikki bert til løn. Rokningarnar skulu gjaldast hóast alt.
Av góðum grundum strúra nógv myndlistafólk fyri nær listaøkið fær fótafestið aftur, og serliga hvørjar langtíðaravleiðingar koronukreppan fer at hava við sær, m.a. allar tær avtalur um samstørv, verkætlanir osv., sum ikki verða gjørdar í løtuni fara at hava ávirkan á inntøkuna um hálvt, eitt, tvey ár.
Felagið Føroysk Myndlistafólk mælir til, at politiska skipanin setir hesi tiltøk í verk:
Endurgjald fyri mistar inntøkur. Ein skipan, ið tekur hædd fyri einum samansettum inntøkugrundarlagi (fleiri myndlistafólk eru fevnd av ALS skipanini, ið longu er sett í verk, tó ikki øll)
Møguleika at søkja endurgjald til fastar útreiðslur (atelier, tilfar osv.):
Til dømis kann starvs- og listafólkaløn skipanin umskipast, so at talan verður um eina legatskipan (b-inntøka), har listafólk kunnu draga útreiðslur frá áðrenn skattur verður goldin. Her kann leisturin hjá t.d. Statens Kunstfond í Danmark vera fyrimynd (arbejdslegat).
Møguleika at søkja um stuðul til meirútreiðslur til verkætlanir, ið verða útsettar. Játtaður stuðul til verkætlanir, ið verða avlýstar vegna koronastøðuna, verða ikki kravdar aftur.
Játtan til innkeyp av list – Quid pro quo, almenningurin fær list afturfyri.
Seta í verk listprýðingar. Skipa fyri tiltøkum, har listafólk fáa samsýning fyri luttøku
Oyramerkt játtan til t.d. Listasavn Føroya til keyp at keypa verk og gera framsýningar. Hetta eigur at vera fastur táttur á landsins fíggjarlóg. Politiska skipanin eigur at gera ein almennan innkeypspolitik, eins og londini kring Føroyar.
Vegna felagið Føroysk Myndlistafólk, 3. mai 2020
Jóhan Martin Christiansen, forfólk, Hansina Iversen, skrivari, Randi Samsonsen, kassameistari
07.05.2020