ÓLAVSØKUFRAMSÝNINGIN 2021
“GRØN ERU GRÁ HÚS”
Ólavsøkuframsýningin, sum Listafelagið skipar fyri, verður aftur í ár á Listasavni Føroya 28. juli til 22. august 2021. Øll eru vælkomin at senda verk inn og allar listagreinar hava áhuga.
Framsýningin ber heitið ”Grøn eru grá hús”, sum er setningur tikin úr teksti hjá Karsten Hoydal. Ingálvur av Reyni bað Karsten Hoydal skriva ein katalogtekst til framsýning, tá málningarnir vóru broyttir nógv og Ingálvur av Reyni hevði funnið fram til sítt abstrakta ekspressiva myndamál. Ingálvur vónaði at teksturin hjá Karsten Hoydal kundi fyrireika áskoðararnar upp á tað, ið tey fóru at síggja á
framsýningini.
Listaverk hjá Ingálvi av Reyni verða snúningsdepilin um Ólavsøkuframsýningina 2021. Hann var ein slóðbrótari og av stórum týdningi fyri listasøgu Føroya. Við síni longu leið og leitanini eftir tí sanna í listini, hevur hann lagt eitt dygdargott og rúgvusmikið verk eftir seg, til gleði og íblástur fyri
listafólk mong ættarlið framyvir.
Við vón um at savna saman góða list og at skapa eina hugvekjandi uppliving fyri vitjandi á Ólavsøkuframsýningin 2021, verður heitt á listafólk um at senda inn.
Heilsan, Hansina Iversen, fyriskipari av Ólavsøkuframsýningini 2021
24.05.2021