VIT MINNAST JANUS KAMBAN


Leygarkvøldið 2. mai legði listamaðurin Janus Kamban árarnar inn 95 ára gamal.

Janus Kamban var seinasti umboðsmaður fyri fyrsta føroyska  ættarliðið  av myndlistafólkum, sum tóku heim við sær hetta í føroyskum høpi nýggja listarliga økið eftir kríggið. Sum rættir slóðarar góvu teir við margfeldi sínum eitt íkast til, at tað kyknaði upp eitt medvit um virði av hesari listagrein og týdning hennara fyri tann føroyska listarliga samleikan.

Listafelagið var longu sett á stovn undir krígnum, meðan teir enn búleikaðust í Keypmannahavn, og seinni kom tann vanabundna Ólavsøkuframsýningin til, eins og Janus Kamban saman við Ingálvi av Reyni og Jack Kampmann settu á stovn fyrsta føroyska listaskúlan.

Janus Kamban hevur við list síni givið  sítt íkast við fleiri týdningarmiklum skreytbúgvingararbeiðum. Grafisku verk hansara hava eitt tíðarleyst einfeldi, sum enn í dag eru fyrimyndarlig. “Stramma” skapið á høggmyndini lyftir gerandismyndevnið upp í ein annan heim. Við kærleika og við eyga fyri vakurleikan í gerandisdegnum og virksemi hjá vanligum menniskjum   hevjar hann hesi evni til stóra list.

Sum listafólk hevur Janus Kamban útint almikið.  Eisini sum menniskja, har hann ikki einans hugsaði um sína egnu list, men altíð hevur hjálpt og stuðlað øðrum listafólkum í einsliga arbeiði teirra.

Á Listasavni Føroya hevur Janus Kamban sett sær djúp spor.Hugburður hansara til listina og fatan hansara av at vera listafólk eyðkennir eisini í dag virki á listasavninum. Hann var vegvísari, so listin kundi verða til gleði fyri mong og ikki bara fyri tey fáu, fyri ein avmarkaðan skara.Við hesum orðum takka vit Janusi Kamban fyri trúfesti og lýsa frið yvir minni hansara.

Listasavn Føroya
Helgi Fossádal, stjóri

05.02.2017