ARNOLD VEGGHAMAR 80 ÁR

Leygardagin 8. apríl letur listaframsýning við verkum frá Arnoldi Vegghamar upp í Viðareiðis skúla. Hetta er í sambandi við, at listamaðurin fyllir 80 ár 22. apríl.

Hátíðarhald verður í miðstovuni í skúlanum, tá framsýningin letur upp.Arnhold Vegghamar er føddur og uppvaksin á Viðareiði, og hevur síðani hann var heilt ungur, málað. Tá hann var 24 ára gamal, fór hann til Danmarkar at læra til silvur- og gullsmið.

Til hátíðarhaldið verður røða hildin, eisini verður sangur og okkurt til matna.45 listaverk hjá Arnoldi Vegghamar verða sýnd fram, og framsýningin verður opin alla páskaferiuna.Niðanfyri eru nakrar myndir, sum verða at síggja á listaframsýningini.

05.04.2017