FO: Bárður Dal Christiansen (føddur 4. apríl 1985 í Tórshavn) er føroyskur málari og arkitektur. Bárður arbeiðir fyrst og fremst við málningalist, men hevur eisini arbeitt nógv við illustratión, grafiskum arbeiði og øðrum visuellum miðlum. Verk hansara eru ofta
einfaldar, figurativar samansetingar, ið verða fylgdar av stuttum, lummafilosofiskum heitum. Eitt afturvendandi tema í hansara arbeiði er spenningsfeltið millum tað sjálvmótsigandi, smáabsurda og ironiska. Hóast evnini til tíðir viðgera viðkvæmar og eksistentiellar støður, verður tað oftast gjørt við lættsinni og humor. Hann hevur gjørt fleiri almennar prýðingar og sýnir regluliga fram í Føroyum og uttanlands. Harumframt hevur Bárður tikið stig til og stjórnað fleiri listaverkætlanum í Føroyum, millum annað Gøtulist (2021), ein stór street art-verkætlan, har fleiri viðurkend altjóða street art-listafólk vóru boðin til Føroya at gera verk. Hann hevur eisini staðið á odda fyri fleiri øðrum verkætlanum, har listin hevur verið tað savnandi, inkluderandi og eisini vælgerandi elementið. Bárðu hevur skipað fyri og kuraterað fleiri framsýningar. Hann hevur eisini undirvíst í list, bæði fyri børnum og vaksnum, í fleiri ár. Harumframt hevur hann havt nógv samstarv við rithøvundar, tónleikafólk, sjónleikarar, stovnar og fyritøkur. Eisini hevur Bárður havt fleiri nevndarsessir, millum annað sum formaður í Føroysk Myndlistafólk og Arkitektafelag Føroya. Bárður er útbúgvin arkitektur frá Det Kongelige Danske Kunstakademi.
ENG: Bárður Dal Christiansen (born 4 April 1985 in Tórshavn) is a Faroese painter and architect. Bárður primarily works with painting, but has also worked extensively with illustration, graphic design, and other visual media. His works are often simple, figurative compositions accompanied by short, pocket-philosophical titles. A recurring theme in his practice is the tension between th self-contradictory, the subtly absurd, and the ironic. Although his subjects at times address vulnerable and existential conditions, the are most often treated with lightness and humor. He has completed several public art commissions and regularly exhibits in the Faroe Islands and abroad. In addition, Bárður has initiated and directed a
number of art projects in the Faroe Islands, including Gøtulist (2021), a large-scale street art project in which several internationally recognized street artists were invited to the Faro Islands to create site-specific works. He has also led several other projects in which art has functioned as a unifying, inclusive, and socially beneficial force. Bárður has curated and organized severa exhibitions. He has also taught art to both children and adults for a number of years. Furthermore, he has collaborated extensively wit authors, musicians, actors, institutions, and companies. He has also held several board positions, including serving as chairman of the Faroese Visual Artists Association and the Faroese Architect Association. Bárður graduated as an architect from the Royal Danish Academy of Fine Arts.