LISTALEYPURIN SØKIR EFTIR VERKUM
Listaleypurin er verkætlan, sum hevur til uppgávu at bjóða fólkaskúlanæmingum kring landið fjølbroyttar listaligar upp livingar.
Listafólk kunnu nú søkja um luttøku fyri skúlaárið 2008–2009. Umsóknarblaðið liggur á www.nlh.fo undir "Listaleypurin." Dentur verður lagdur á, at umsøkjarar nýta nevnda umsóknarblað og viðhefta skjalprógv, sum lýsir listaverkið.
Ein úrvalsnevnd velur út tíggju verkætlanir, ið hvørjar fáa 10-40.000 kr. at nýta til fimm skúlavitjanir. Listaleypurin velur somuleiðis skúlarnar og avtalar framsýningartíð í samráð við skúlar og listafólk.Gjølligari kunning um Listaleypin fæst á www.nlh.fo og frá verkætlanarleiðaranum,
Hedvig Westerlund-Kapnas, á tlf. 210125.Freistin at søkja er 15. mai kl. 18.00.
01.02.2017