Fríggjadagin 30. juni kl. 16 lat árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp á Listasavni Føroya. Á framsýningini kanst tú uppliva eitt fjølbroytt úrval av listaverkum, eftir limir í felagnum.
Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, bjóaði vælkomin. Bárður Dal Christiansen, formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, setti framsýningina. Síðani spældi Knút Háberg Eysturstein nøkur løg, og bjóðað verður til ábit og drekka.
Framsýningin er opin til og við sunnudag 23. juli. Listasavn Føroya er opið allar dagar kl. 11-17. Øll eru vælkomin.
Myndir: Laura Apol
27.05.2023