Randi Samsonsen arbeiðir listarliga við tekstil sum medie. Seymar, heklar, bindir, veva osv. Aloftast er tekstil eitt tilfar og ein tøkni vit kenna frá gerandisdegnum. Randi sigur soleiðis um hennara tilgongd: “Eg eri forvitin um, hvar grensurnar ganga, tá vit møta tí gerandisliga í einum listarligum konteksti. Tá eg brúki tekstil amboð í mínum listarliga virksemi, er tað ikki bara sjálvt objektið//verkið sum hevur týdning, men eisini “húðin” tað er gjørt úr. Áskoðarin kennir tað aftur frá sínum gerandislívið, á síni egnu húð. Harvið royni eg at lata upp til eitt sansiligt samskifti. Millum áskoðaran, verkið og meg sum listafólk. Okkara húð er okkara stórsta organ. Hon minnist tað vit síggja um okkum. Eg veit at míni verk vilja verða nortin við, tí okkara eygu og húð draga hendan hugin til sín. Tað visuella medie kann hetta; tiltrekkja ella frástoyta. Tað er millum annað hendan “húðin” eg eri upptikin av, tá eg arbeiði sum listafólk. Hon er útbúgvin á Designskolen Kolding sum cand. design innan tekstil. Eisini hevur hon gingið á listaskúla í Svøríki, Stenebyskolan HDK, við sergrein í tekstil list. Randi hevur millum annað sýnt fram í Føroyum, Danmark, Svøríki, Norra, Týsklandi, Fraklandi, Cananda og USA.



Fotografar:

In search of lost colour: Bárður Eklund
When will you come to see you like I do: Bárður Eklund
Trapholt: Kenneth Stjernegaard
Fog Swept Cargo: Edwina Hay