Árliga Várframsýningin, sum Føroysk myndlistafólk skipa fyri, verður í Listasavni Føroya í døgunum 7. - 29. apríl.

Øll eru vælkomin at senda listaverk inn.

Framsýningin verður sensurerað.

Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri fært tú upplýsing um sjálva framsýningina og vegleiðing um, hvussu tú ber teg at, um tú skalt senda verk inn.


Freistin at senda verk inn til Várframsýningina 2018 er  7. mars - kl. 18.00.

Finn allar neyðugar upplýsingar í skrivinum um framsýningina, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Vinaliga

Nevndin fyri Várframsýningina 2018

Randi Samsonsen
Jón Sonni Jensen
Annika Gregoriussen

09.01.2018