Árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk


Fríggjadagin 30. juni kl. 16 letur árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp á Listasavni Føroya. Á framsýningini kanst tú uppliva eitt fjølbroytt úrval av listaverkum, eftir limir í felagnum.

Føroysk Myndlistafólk er eitt felag fyri yrkismyndlistafólk í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at virka til frama fyri áhugamálunum hjá myndlistafólkum og geva myndlistini bestu karmarnar at mennast. Síðani 1990 hevur ein týðandi liður í hesum arbeiði verið at skipa fyri eini árligariframsýning á Listasavni Føroya. Talan er um framsýningina, sum læt upp um várið og varð nevnd “Várframsýningin”, men nú er hon flutt til summarhálvuna. Seinastu nógvu árini hava øll havtmøguleika fyri at senda verk inn til metingar av eini úvalsnevnd, sum varð sett av felagnum at skipa fyri framsýningini. Í ár hevur felagið valt at bjóða limum felagsins at sýna fram, og øll luttakandi listafólk heingja framsýningina upp í felag.

Ferniseringin verður fríggjadagin 30. juni kl 16-18.

Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, bjóðar vælkomin. Bárður Dal Christiansen, formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, setir framsýningina. Síðani spælir Knút Háberg Eysturstein nøkur løg, og bjóðað verður til ábit og drekka.

Framsýningin er opin til og við sunnudag 23. juli.

Listasavn Føroya er opið allar dagar kl. 11-17

Øll eru vælkomin.


27.05.2023